Filmssýning
2026Hós04Jun20:0021:0020:00 - 21:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkFilmssýning
Um tiltak
Heimildarstuttfilminum ‘Mammuskepilsið’, eftir Mariu Tórgarð, verður vístur í Vestmanna 4. juni klokkan 20.00. Heimildarfilmurin verður vístur í samband við árliga tiltakið Rørslureikan, har kommunan alla fyrstu vikuna í juni leggur dent
Um tiltak
Heimildarstuttfilminum ‘Mammuskepilsið’, eftir Mariu Tórgarð, verður vístur í Vestmanna 4. juni klokkan 20.00.
Heimildarfilmurin verður vístur í samband við árliga tiltakið Rørslureikan, har kommunan alla fyrstu vikuna í juni leggur dent á rørslu, sálarheilsu, trivna og náttúru.
Mammuskepilsið er ein persónlig søga hjá leikstjóranum og snýr seg um at vera barn hjá mammu við skisofreni.
Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi.
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina til Geytan 2026, umframt at filmurin hevði altjóða frumsýning á stóra filmsfestivalinum CPH:DOX fyrr í ár. Høvuðsleikarar í filminum eru Maria Tórgarð sjálv og foreldur hennara, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.
Áðrenn filmssýningina fer Beinir Bergsson at lesa úr yrkingasavninum ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe, og sum er ein týðandi partur av filminum. Aftaná sýningina verður prát við leikstjóran, Mariu Tórgarð.
Tiltakið er í áleið ein tíma og er ókeypis. Tað er avmarkað pláss og tí er neyðugt við tilmelding. Send ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo ella ring á 770100.
Sýningin er í fyrilestrarsalinum á Miðnámi.
