Fyrilestur í Vestmanna kirkju - “Frá venjingarbúna til prestakjóla”
Um tiltak
Mikukvøldið 19. august kl. 19:00 heldur danski presturin Ronald Risvig fyrilestur í Vestmanna kirkju við heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla”. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður
Um tiltak
Mikukvøldið 19. august kl. 19:00 heldur danski presturin Ronald Risvig fyrilestur í Vestmanna kirkju við heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla”.
Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni.
Ronald greiðir soleiðis frá:
“Frá venjingarbúna til prestakjóla: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum sum eg kann lýsa hann gjøgnum gerandissøgur, fólk eg havi hitt og hvønn týdning, tey hava havt í mínum lívi.
Í tí sambandi eisini, hvønn týdning fótbóltur hevur fyri mín máta at hugsa uppá.
Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin”.
Leggjast kann afturat, at Ronald var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981 og hevur vitjað aftur í Føroyum 35 ferðir.
Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta mikukvøldið!
