Fyrilestur og tónleikur
2026Mik02Sep19:0021:0019:00 - 21:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkFyrilestur og tónleikur
Um tiltak
Vestmanna í broytingartíðum – handilsvirksemi og tónleikur. Mikukvøldið verður forkunnugt tiltak í Vektarbúðini. Snúningsásin er handilin hjá John, ið nýliga er settur í stand, so hann líkist tí, sum hann var
Um tiltak
Vestmanna í broytingartíðum – handilsvirksemi og tónleikur.
Mikukvøldið verður forkunnugt tiltak í Vektarbúðini. Snúningsásin er handilin hjá John, ið nýliga er settur í stand, so hann líkist tí, sum hann var fyri fleiri áratíggjum síðani í fimti og sektstiárunum. Høvið verður at síggja handilin. Eisini vera framløgur um tíðina í 50 og 60 árunum um tíðina í Vestmanna, tá hesin handil og Vektarbúðin vóru í velmaktini.
Vestmanna var frammarlaga vinnuliga, í samfelagsmenningini og eisini á tónleikapallinum hetta tíðarskeiðið. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer at greiða frá um tíðina, sum Vektarbúðin og Handilin hjá John vóru partur av, tá ið vinnuligt virksemi var í hesum virkjum og høvi verður at síggja handilin.
Kartin L. Hansen, samhøvundur av bókini “Føroyska Rokksøgan”, fer at tríva í leiklutin hjá Vestmanna í føroysku rokksøguni, sum sprettir um hetta mundi. Talan er í nógvum førum um ein høvuðsleiklut.
Ólavur Højgaard, Hallgrím Miðberg og Niels Olsen, ið allir eiga sín stóra lut í føroysku rokksøguna, enda tiltakið við at spæla kend løg úr føroysku rokksøguna og fara at minnast aftur á ymiskt, ið hevur havt týdning fyri teir sum tónleikarar í Vestmanna.
