Tónleikur í myrkri
2026Ley28Mar20:3021:3020:30 - 21:30(GMT+00:00) BólkurTiltøkTónleikur í myrkri
Um tiltak
Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð. Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið, eisini í Vestmanna. Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju. Í
Um tiltak
Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð.
Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið, eisini í Vestmanna.
Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju.
Í bøla myrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá Hans Jacob Kollslíð fer at hugleiða um náttúruna, lívið og okkara felags ábyrgd.
Hetta er ein løta at steðga á, anda djúpt og bara vera.
Aftaná verður bjóðað til kaffi og kaku í kirkjukjallaranum.
Allar kommunalar gøtulyktir í bygdini verða sløktar hetta kvøldið í ein tíma, frá klokkan 20.30 til 21.30. Tiltakið í kirkjuni byrjar eisini klokkan 20.30.
