Kirkjuráðsval
2025Týs04Nov10:0020:0010:00 - 20:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkKirkjuráðsval
Um tiltak
Kirkjuráðsvalið í Vestmanna verður 4. november. Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan
Um tiltak
Kirkjuráðsvalið í Vestmanna verður 4. november.
Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3. november kl. 15.00 greiða brævatkvøðu á Kommunuskrivstovuni.
Heimaval
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta á valstaðnum, kunnu velja heima til og við mánadagin 3. november 2025. Hesi skulu venda sær til Maud Poulsen, tlf. 270478.
Valkort
Allir veljarar í kommununi fáa valkort sendandi.
Um onkur, ið heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki hevur fingið valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til Maud Poulsen, tlf. 270478.
Uppstillaði:
Eydna á Rógvi Simonsen
Eyðun Leo
Finngerð Egilsnes Debes
Jóan Magnus Olsen
Rakul í Gerðinum
Sofus Johannesen
Sólrun í Skálum
Sveinbjørn Poulsen
Tordis Nielsen
