Stór konsert í kirkjuni
2026Sun18Okt17:0018:0017:00 - 18:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkStór konsert í kirkjuni
Um tiltak
Helge Engelbrecht og Neighbours & Friends vera at uppliva á stórfingnari konsert í Vestmanna. Sangglaðu tónleikararnir, ið eru heili 15 í tali, eru á konsertferð í Føroyum í næstu viku undir
Um tiltak
Helge Engelbrecht og Neighbours & Friends vera at uppliva á stórfingnari konsert í Vestmanna.
Sangglaðu tónleikararnir, ið eru heili 15 í tali, eru á konsertferð í Føroyum í næstu viku undir heitinum „Fagra blóma“.
Síðan 2009 hava Neighbours & Friends savnað túsundtals gestir til vælumtóktu summarkonsertirnar í Mariehaven. Nú verður orkestrið at uppliva á føroyskum palli, har føroyski countrysangarin og gittarleikarin Hallur Joensen eisini verður ein partur av bólkinum, umframt aðrir føroyingar.
Endabresturin á konsertferðini verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 18. oktober klokkan 17.00. Harumframt fara tónleikararnir at framføra á Grønanesheiminum fyrr upp á dagin, so at búfólkið har eisini fær hesa tónleikaligu uppliving.
„Fagra blóma“ verður ein konsert við góðum tónleiki, felagsskapi og nógvari lívsgleði.
Konsertin er ókeypis.
