Konsert
2025Frí15Aug20:0021:0020:00 - 21:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkKonsert
Um tiltak
Fríggjakvøldið 15. august fer nýstovnaði bólkurin URÐ fyri fyrstu ferð á pall í Vestmanna. Konsertin verður í Faer Isles Distillery klokkan 20.00. URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir,
Um tiltak
Fríggjakvøldið 15. august fer nýstovnaði bólkurin URÐ fyri fyrstu ferð á pall í Vestmanna.
Konsertin verður í Faer Isles Distillery klokkan 20.00.
URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nyskapandi og nútíðarligan ljóðheim.
Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.
URÐ: Jógvan Joensen · Tróndur Bogason · Andreas Tykjær Restorff
