Kunningarfundur um skúlabygging
2025Mik01Okt19:0020:0019:00 - 20:00(GMT+00:00) Kunningarfundur um skúlabygging
Um tiltak
Vestmanna kommuna ger nú stóra íløgu í børnini og framtíðina. Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning
Um tiltak
Vestmanna kommuna ger nú stóra íløgu í børnini og framtíðina.
Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning.
Byggingin tekur góð tvey ár, og hetta fer tí at ávirka næmingar, lærarar og onnur, sum brúka skúlan.
Kommunan bjóðar tí øllum áhugaðum á kunningarfund á Miðnámi mikukvøldið 8. oktober kl. 19.00. Tá verður m.a. kunnað um, hvussu skúlin fer at síggja út innan og uttan.
