Lesi og skrivi app skeið á bókasavninum
2025Hós27Mar19:0021:0019:00 - 21:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkLesi og skrivi app skeið á bókasavninum
Um tiltak
Vælkomin á lesi og skrivi app skeið 27.mars kl. 19:00 á bókasavninum í Vestmanna Kennir tú føroysku appina VoisIt? Tað er ein framúr app, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir
Um tiltak
Vælkomin á lesi og skrivi app skeið 27.mars kl. 19:00 á bókasavninum í Vestmanna
Kennir tú føroysku appina VoisIt? Tað er ein framúr app, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at umseta til onnur mál. Tú kanst tosa við hana og hon skrivar tað, tú sigur.
Kennir tú forritið IntoWords? Tað dugir eisini nógv og arbeiðir á føroyskum.
Vit hava fingið Dánial á Dul Jacobsen, ið hevur arbeitt serliga nógv við hesum báðum, app og forritið, at koma á bókasavnið 27. mars, at læra okkum, hvat mann kann brúka hesi til.
Fyrimunur er, um tit taka VoisIt niður á telefon ella teldil áðrenn tit koma. Summi av tykkum hava IntoWords, tað kann takast niður í appstore og til android, men skal aktiverast. Men alt sovorðið fara tit at vita nógv meir um, tá tit hava vitjað bókasavnið 27.mars.
Øll kunnu vera við. Krevur onga serliga vitan um talgildar møguleikar.
Neyðugt er við tilmelding, tí vit ætla at hava tað inni á bókasavninum og har er plássið avmarkað. Men tekna nógv seg, so gera vit eitt skeið aftrat.
Melda til hjá Gyðju við sms (724044) ella Augustu (211243)

