Rokkur í Vestmanna tann 11. sept. 2021
2021Ley11Sep19:0019:00(GMT-11:00) Rokkur í Vestmanna tann 11. sept. 2021
Um tiltak
Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim, Hamradun,
Um tiltak
Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim, Hamradun, MC-Hár og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir.
Lokalu rokkararnir í Brim borga altíð fyri góðum rokki og góðum lagi, Deiggj borðreiðir við einum væl smurdum Uriah Heep showi, ið teir hava ferðast kring Føroyar og uttanldands við, ikki minst til tey vælumtóktu ”Easy livin´ við Gjógv” tiltøkini.
Hamradun fer við sínum serstaka dámi seta lív í rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum og vísunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt serliga sálarríka framferðarhátti.
Íslendsku Dúndurfréttir fara á pall við heimskendum løgum hjá Pink Floyd. Dúndurfréttir hava áður verið í Føroyum og spælt, men hatta verður fyrsti møguleikin at uppliva teir í Vestmanna, til hetta heilt serliga rokkkvøldið!
Kvøldið endar við svaka rapp rokkinum hjá MC-Hár, ið hava valt at hátíðarhalda 30 ára føðingardagin hjá bólkinum í Vestmanna í ár. Hetta er fyrsta konsertin hjá MC-Hár í Vestmanna í 26 ár.
Atgongumerki til Rokk í Vestmanna kunnu keypast á atgongumerki.fo og kosta 300 kr. fram til 26. juli, tá prísurin fer upp.
Nær
11/09/2021 19:00(GMT-11:00)