Válan í Vestmanna
2025Ley26Apr20:0023:3020:00 - 23:30(GMT+00:00) BólkurTiltøkVálan í Vestmanna
Um tiltak
Sangir sum Kalli Katt, Súrligar Nætur og Villar Víddir verða at hoyra, tá væl umtókta tónleikatiltakið Válan verður í Vestmanna leygarkvøldið 26. apríl. Kári P. við bólki er nevniliga eitt av
Um tiltak
Sangir sum Kalli Katt, Súrligar Nætur og Villar Víddir verða at hoyra, tá væl umtókta tónleikatiltakið Válan verður í Vestmanna leygarkvøldið 26. apríl.
Kári P. við bólki er nevniliga eitt av góðu nøvnunum, sum fer at framføra til Válanina í ár.
Umframt hansara eldru sangskattir, fer Guðrið Hansdóttir at ríka okkum oyruni við sínari vøkru rødd og nýggjari tónum. Eisini verður harður kvæðarokkur, sum Poul Arni Holm og Uni Debess úr Hamradun fara at framføra. Herborg Torkilsdóttir fer at syngja sínar undirhaldandi sangir og nærverandi og innilig sangløta verður við Lív Næs og Tróndi Enni.
Válan er ein serstakur møguleiki at uppliva fjølbroyttan tónleik í einum heimligum umhvørvi, har fólk hittast, práta og vála millum spennandi framførslur í bygdini.
Sum siðvenja er, so framføra øll tvær ferðir, hálvan tíma hvørja ferð. Á hendan hátt ber til at náa runt at lurta eftir øllum.
Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar verða í kirkjuni, í Krambúðini, í Disvoy, í Silkienni og á Staðnum.
Ljóðið av vári, vinum, bygdafólki og góðum tónleiki – alt upp á eitt kvøld.
Atgongumerki kostar 250 kr (+avgreiðslugjald). og kann keypast á atgongumerki.fo. Tað er avmarkað atgongd, so skunda tær.
Vit vála víðari í Silkienni eftir síðstu konsertina. Brim spælir til almennan dans. Øll eru vælkomin

