Vestmannadagar 2020
2020Mik09Sep07:35Mik07:3507:35 - 07:35(GMT+00:00) Vestmannadagar 2020
Um tiltak
Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnir 2017, sum vera í døgunum 11. – 17. september eru nú væl áleiðis og nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður.
Um tiltak
Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnir 2017, sum vera í døgunum 11. – 17. september eru nú væl áleiðis og nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður. Vit royna at miða breitt, so at tiltøk eru fyri allar aldursbólkar og ymisk áhugamál eisini.
Skipað verður fyri fyrilestri um grindarakstur, áhugaverdum gongutúri við frásøgn um gomul gróthús.
Av afturvendandi tiltøkum verður m.a. spurnarkapping og sjavskapping, fiskikapping, tónleikur, fundir, og sjálvandi vælumtøkta syngið-við-kvøldið.
Leygardagurin byrjar sum vant við tí hugnaliga morgunmatinum í ítróttarhøllini, og seinnapartin verður skipað fyri tiltøkum og kaffisølu í ítróttarhøllini og harumframt verða tiltøk uttanfyri.
Leygarkvøldið endar við einum braki av eini rokk-konsert við kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir og føroysku Hamradun og Deiggj. Eisini luttekur lokala orkestrið Brim.
Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Longu hava fleiri vent sær til okkum og bjóða seg til at hjálpa til, men tørvur er á enn fleiri hondum. Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmannadøgunum, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Fylgið við á Facebook-tiltakinum Vestmannadagar 2020 og á vestmanna.fo
Nær
09/09/2020 07:35 - 07:35(GMT+00:00)
- Inniverandi mánaði