Leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar.
“Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum varpar ljós á ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava á jørðina.
Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld.
Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman.
Um Jarðarinnar tíman
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð “Earth Hour” hugtakið skapt. Tími jarðarinnar byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.
Maira kann lesast um tíma jarðarinnar á www.earthhour.org