Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla,
og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur,
kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.
Tíðarskeið
Arbeitt verður frá hósdegnum 23. juni til og við mikudagin 29. juni.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Í tilmeldingini skal upplýsast navn, adressa, teldupostadressa,
føðingardagur og p-tal og kontunummar.
Seinasta freist at melda til er mánadagin 13. juni 2022.