Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.
Tíðarskeið
Arbeitt verður frá mánadegnum 24. juni til og við fríggjadagin 28. juni.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo.
Í tilmeldingini skal upplýsast navn, adressa, teldupostadressa, telefonnummar, føðingardagur, p-tal, peningastovnur, kontunummar og eftirlønarkonto.
Freistin at melda til er hósdagin 13. juni 2024 kl. 12:00