Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp.
Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober.
Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um hesar ikki longu eru frámerktar við chippi.
Heitt verður samstundis á fólk, um ikki at fóðra útiløgukøttum, men í staðin at boða kommununi frá, hvar hesir halda til.