Leygarkvøldið 23. mars var tími jarðarinnar, og í tí sambandi skipaði Vestmanna kommuna fyri gongutúri niðan á Krosstúgvu – ferðaleiðari var Niels Th. Pedersen.
Fitt av fólki vóru møtt, og høvdu tey av sonnum tikið góða lagið við, hóast tað bæði var nógvur vindur og regn.
Komin niðan á Krosstúgvu løgdu gongufólkini seg at kroka, og í somu løtu ljósini í bygdini slóknaðu, trivu tey í nøkur ørindi úr sanginum “Føroyingar sum her nú koma saman”.
Aftaná túrin var farið oman í Harusetrið til ein góðan drekkamunn.
Inni við brenniovnin í fjálga Harusetrinum sótu fólk og prátaðu, meðan grova heglingsælið hoyrdist ganga úti í myrkrinum.