Nú er at seta sær dagin av.
Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn.
Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni.
Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá.
Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær ferðir hálvan tíma, og vera konsertirnar forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar. Undantikin er konsertin í kirkjuni, sum verður einaferð hetta kvøldið.
Fyrsta konsertin byrjar kl. 20.00 í Kirkjuni.
Skráin verður lýst seinni saman við atgongumerkjasøluni.