Vestmanna Sangkór skipar fyri várkonsert í Vestmanna Kirkju.
sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18.
Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum.
Vestmanna kommuna stuðlar konsertini
Vestmanna Sangkór skrivar soleiðis:
Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara eina konsertferð til Tallinn í Estlandi á Hvítusunnu, fer kórið at halda eina várkonsert í Vestmanna Kirkju.
Við tað at kórið hevur 44 ár á baki, er eitt ættarliðsskifti við at fara fram, og gleðist kórið almikið um eina sunna tilgongd av nýggjum sangarum, sum eru komnir afturat.
Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum, eitt estlendskt verk eisini, sum kórið fer at framføra á konsertunum á ferðini.
Kórið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin í Vestmanna Kirkju til eina lætta vælljómandi konsert.