Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS.
Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár.
Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024
Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5, at taka undir við einum uppskoti frá formanninum, Jógvan Kruse, um at skipa eitt eldraráð fyri VEKS.
Uppgávan hjá Eldraráðnum er at upplýsa, ráðgeva og tilmæla tiltøk, sum byggja upp samskiftið millum eldra borgaran og VEKS.
“Ætlanin er sostatt at hvør kommuna sær samtykkir nýggja leistin hjá Eldraráðnum, og at valið til Eldraráðið verður í í heyst og kemur at fylgja kommunuvalskeiðinum”
“Vit hava í longri tíð arbeitt við at fáa skipað eitt Eldraráð í VEKS, og vóna at hettar er við til at styrkja og uppbyggja góða samstarvið vit hava í VEKS”, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður.
Nærri kunning fæst við at venda sær til stýrisformannin í VEKS, Jógvan Kruse, tlf. 228844.