Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum.
Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli.
- Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS.
- Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur at samstarva við VEKS fyri at tryggja, at VEKS hevur atlit at ynskjum og tørvum teirra eldru.
- Eldraráðið skal koma við hugskotum og virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum eldru verða virðismett og gagnnýtt.
- Eldraráðið veitir VEKS ráð í eldrapolitiskum spurningum og virkar sum ein samskiftisstovnur millum borgarar og VEKS í sambandi við at leggja eldrapolitikkin til rættis.
- VEKS eigur at spyrja Eldraráðið um tað, sum viðkemur teimum eldru.
- Einstøku kommununevndirnar samskifta við Eldraráðið í málum, sum hava við teirra málsøki at gera.
- Eldraráðið kann av sínum eintingum siga VEKS sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og uppskotum og seta spurningar.
Valdir verða minst 6 limir og 6 varalimir til Eldraráðið. Ein limur fyri hvørjar byrjaðar 1.000 íbúgvar í hvørjari kommunu og ein varalimur í hvørjari kommunu. Við øðrum orðum: 2 limir og 1 varalimur úr Vestmanna kommunu, 1 limur og ein varalimur úr Kvívíkar kommunu, 2 limir og ein varalimur úr Sunda kommunu, og 1 limur og ein varalimur úr Eiðis kommunu.
Fyrstvaldi limur úr hvørjari kommunu, er valdur eldraráðslimur. Næstvaldi í størstu kommununum er valdur eldraráðslimur.
Varalimir eru næstvaldu í hvørjari kommunu, tó triðvaldi í størstu kommununum. Varalimir kunnu eftir áheitan møta á fundunum hjá Eldraráðnum, men hava ikki atkvøðurætt.
Valskeiðið er fýra ár.
Valbæri og atkvøðurætt hava allir borgarar í Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu, sum valdagin hava fylt 60 ár.
Hvør listi við valevnum skal hava í minsta lagi 5 stillarar. Freistin at boða frá uppstilling er hjá VEKS hósdagin 24/11, og atkvøðan skal vera VEKS í hendi í seinasta lagi 7/12-24.
Atkvøtt verður við brævatkvøðu.
Valið verður 7/12-24.