Frá í dag 1. mars 2024 fer ungdómshúsið at seta gongd á verkstovurnar aftur.
Vit eru sera fegin um, at tey ungu hava tikið so væl ímóti okkara nýggju verkstovuskipan, sum miðar eftir at fevna um øll áhugað – roynd sum óroynd.
Við skúlaársbyrjan 2023 settu vit av álvara gongd á virkishúsætlanina, og vit síggja longu nú úrslitini.
Tónleikaverkstovurnar hava nevniliga verið fyrsta liðið í langtíðarætlanini hjá Staðnum, sum hevur til endamáls at betra um frítíðartilboðini til børn og ung í kommununi.
Tónleikaverkstovurnar hava sett nýggjan dám á virksemið í ungdómshúsinum, har børn og ung regluliga flokkast at spæla tónleik. Vit hava lagt til merkis, at fleiri børn og ung hava kastað seg út í spennandi og avbjóðandi tónleikaverðina, har tey, saman við okkara dugnaligu tónleikarum á Staðnum gerast alsamt stinnari fyri hvønn dag.
Og hvør veit, kanska skal tónleikurin aftur ljóma frá garasjum og kjallarum hjá vestmenningum eins og fyrr?
Verkætlanin “Rock this Town”
Hetta fara vit at arbeiða við næstu tíðina. Hesaferð skulu tónleikaverkstovurnar eisini fevna 6. floks næmingar, sum bíða spentir eftir at gerast partur av verkstovunum á Staðnum. Við dugnaliga Sergio Muñez á odda fara vit at taka hond um okkara tónleikaáhugaðu ungdómar, og geva teimum møguleikan at royna seg í spennandi tónleikaverðini.
Fleiri av teimum, ið byrjaðu síðsta heyst, hava víst áhuga fyri at gera bólkar. Hetta ynskja vit at hjálpa teimum við og hava sett saman eina verkætlan sum hevur til endamáls at samansjóða tey í bólkar, har tey fáa frálæru í bólkaspæli.
Vit varðveita einstaklingafrálæruna, fyri at tey skulu kunna fáa áhaldandi frálæru í ljóðføri, sangi, sangskriving v.m. Vit vóna, at fleiri ung leggjast aftrat okkara tónleikaverkstovum, og vilja við hesum eisini eggja foreldrunum, at fáa tey ungu til at royna seg.
Miðla- og samskiftis verkstovan
Næsta liðið, sum bindast skal í virkishúsætlanina, verður ein víðkað podvarps- og útvarpsverkstova, ið skal leggja dent á samskifti á ymiskum pallum. Við dugnaliga Jákupi Sofusson á odda fáa børn og ung frá 7. flokki til og við 17 ár eitt spennandi byrjanarskeið í miðlasamskiftið. Hettar skeiðið fevnir um siðbundnar og nýggjar samskiftispallar!
Miðlanýtslan er komin fyri at vera, tí er tað umráðandi at børn og ung fáa eina grundfatan í, hvussu tey skulu handfara avbjóðingarnar á netinum.
Haraftrat er verkstovan á tremur við viðkomandi amboðum, preium o.ø. til at betra um kunningarførleikan. Ikki minst greiningar amboð, ið tey kunnu brúka í skúlahøpi.
Vegna Staðið
Gabriel Sebastian Apetrei, ungdómsleiðari