Borgarar í Vestmanna kommunu kunnu nú ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis Vangan. Samstarvið við Talgildu Føroyar viðførir, at samskiftið við kommununa verður bæði lættari og smidligari.
Longu nú kunnu borgarar í kommununi fara inn á Vangan at boða frá flyting, uppsiga dagstovnapláss ella søkja um dagstovnapláss, frípláss, byggiloyvi, mentanarstuðul, brenna bál, niðurtøku av bygningi og um tiltøk á kommunalum øki.
Eisini hevur borgarin møguleika at fylgja við viðgerðargongdini og síggja, nær eitt mál er liðugt viðgjørt.
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, fegnast um, at kommunan er við í oddinum, og at tænasturnar hjá Vestmanna kommunu nú eru tøkar á Vanganum.
Í alt eru sjey kommunur komnar á Vangan, og fleiri eru ávegis. Málið hjá Talgildu Føroyum er, at føroyingar hava møguleika at avgreiða flestu viðurskiftir við almenna geiran og kommunurnar talgilt á Vanganum.
Í Talgildu Føroyum eru vit fegin um, at enn ein kommuna kann bjóða borgarum sínum tænastur á Vanganum. Ein miðsavnað og skipað talgilding hevur við sær, at vit hækka tænastustøðið mótvegis borgarunum í øllum landinum. Vestmanna kommuna hevur verið ein góður samstarvsfelagi í menningini, og vit gleða okkum til at halda fram við samstarvinum, sigur Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum
Arbeitt verður miðvíst við at menna fleiri tænastur á Vanganum og verða væntandi fleiri sjálvgreiðslur við, sum árið líður.
Vælkomin á Vangan hjá Vestmanna kommunu.