Seinastu tíðina hava fólk varnast, at bedingin í Vestmanna er ruddað.
Tann 4. juni 2024 skrivaðu Bjørg á Rógvi, borgarstjóri, og Petur Háberg Jacobsen, nevndarformaður í P/f MEST, undir leigusáttmála um bedingina.
Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Nú vil Bygdarráðið hava lív í økið aftur og fer tí hervið at bjóða bedingina út til vinnuvirksemi.
Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan og eru allar ætlanir vælkomnar.
Fevnir ætlanin um bátavirksemi, eru ávísar treytir frá MEST.
Kommunan tilskilar sær rætt at velja ímillum innkomnu uppskotini ella einki at velja.
Fyri meira kunning, ring til Jákup Durhuus á teknisku deild, telefon 770105.
Seinasta freist at senda inn uppskot er 18. juli 2024 kl. 12:00.