Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld.
Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd.
Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til tað verður reint aftur.