Støðan er serstøk.
Hesin mars mánaði hevur higartil verið óvanliga kaldur við nógvum kava. Kavin hevur ligið kring alt landið, og tað er ein vøkur sjón at síggja kavaklødd fjøll; men kavin gevur stórar avbjóðingar, og okkara røsku kavaruddarar hava úr at gera.
Nógvi kavin, sum hevur lagt seg, gevur avbjóðingar í ferðsluni.
Okkara menn grava hvønn dag og allan dagin. Vit skilja, at borgarar kundu hugsa sær betur skipað kavarudding, men tað rýkur so illa, og nógvi kavin, sum kemur niður, legst aftur beinanvegin, har teir hava grivið, so teir hava torført við at koma runt í bygdini.
Tað verður heitt á fólk um at fylgja við veðrinum, at koyra minst møguligt og ikki at stilla bilarnar soleiðis, at tað forðar fyri kavaruddingini.