veks bumerki

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber. ·         2 reingerðarfólk, brøk 0,5 pr. starv – at byrja skjótast til ber.   Avloysarastørv:…

Vestmannadagar 2020

Fyrireikingarnar til Vestmannadagarnir 2020, sum vera í døgunum 14. – 20. september eru nú væl áleiðis og nógv er á skránni, bæði nýggj tiltøk, og tiltøk, sum hava verið áður. Vit royna at miða breitt, so at tiltøk eru fyri allar aldursbólkar og ymisk áhugamál eisini. Skipað verður fyri fyrilestri um grindarakstur, áhugaverdum gongutúri við…

Tíðindaskriv frá Bústøðum – Sjey leiguíbúðir í Vestmanna

Bústaðir hava gjørt avtalu við Sp/f Eysturlon um at umbyggja gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til sjey leigubústaðir. Talan er um stóran bygning á Bakkavegi 16, miðskeiðis í bygdini og við sera góðum útsýni. Tað var í 2017, at Bústaðir keypti gomlu kommunuskrivstovuna frá Vestmanna kommunu. Síðani hava ymiskar fyrireikingar verið gjørdar, eins og leitað hevur…

Summarfrí

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 20. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020. Havnarskrivstovan er stongd frá mánadegnum 27. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020.   Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna    tlf:  770 109 Arbeiðsformannin            tlf:  770 126 Havnarumsjónarmannin  tlf.: 770 120   Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo…

Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 20. juli til og við 14. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bíllegging av heilivági hettar tíðarskeið, kunnu tygum ringja til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna og Kollafirði, er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.

Kommunuvalið 2020 – Brævatkvøður

Kommunuval verður týsdagin 10. november 2020. Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Atkvøðast kann á Kommunuskrivstovuni yrkadagar millum kl. 9:00 og 15:00. Liggur ikki fyri at koma á Kommunuskrivstovuna, verður tú biðin um at…

SWAY í Vektarbúðini

Konsert verður í Vektarbúðini leygarkvøldið 11. juli kl. 22.00 SWAY er ein spildurnýggj acappella jazz trio, sum er myndað av Marionnu Winther Nagata, Daniu O. Tausen og Katrinu Olsen. Tær hava allar verið nógv frammi á tónleikapallinum seinasta árið sum solistar við egnum tilfari, men nú hava tær saman formað eina trio, har tær syngja…

Rokkur í Vestmanna – Atgongumerkjasølan er byrjað

Atgongumerkjasølan til Rokk í Vestmanna er byrjað. Til ber at keypa atgongumerki við at trýsta her . Fram til 31. juli kosta atgongumerkini 200 kr. Frá 1. august og til 17. september kosta tey 250. kr. Á konsertini, sum verður leygarkvøldið 19. september 2020 luttekur kendi íslendski bólkurin Dúndurfréttir og føroysku Hamradun og Deiggj. Kl.…

Fjarðastevna 2020

Um vikuskiftið verður Fjarðastevna í Vestmanna. Vegna Korona hava fyrireikararnir valt at avmarka skránna.   Leygardagin 11. juli 13.00 –            Barnaróður 14.00 – 18.30  Matsøla á keiøkinum. Kaffi, vafflur, toast, pylsur o.a. 16.00 – 18:30  FM Kappróður á Fjarðastevnu í Vestmanna 19.30 – 20.30  Útimøti við Útimøtibólkinum á Reyða Torginum…