Kunngerð um kommunuvalið í Vestmanna kommunu

  Atkvøðugreiðslan Atkvøðugreiðslan í Vestmanna Kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í ítróttarhøllini. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøða Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020. Tey, ið…

Kommunuval 2020 – Ein listi við 9 valevnum

Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti í dag kl. 18.00 var ein listi komin inn. Á listanum eru 9 valevni, 5 kvinnur og 4 menn. Listi A Vestmanna-listin Pauli Trond Petersen, borgarstjóri Ingi Olsen, virkisleiðari Eyðun Hansen, bygdarráðslimur John Zachariassen, kt-fólk Anja Haldansen, námsfrøðingur Bjørg á Rógvu, vinnurekandi Laila…

Sýslan (Kjallarin í Sýslumanshúsunum)

Í summar gjørdi Norðstreymoyar heimavirkisfelag avtalu við Vestmanna kommunu um brúksrættin til kjallarin í Sýslumanshúsunum. Kjallarin skal brúkast sum kreativur verkstaður fyri limum felagsins. Tað er ókeypis at verða limur í felagnum, og øll eru hjartaliga vælkomin at tekna seg sum lim. Hetta er ein fimm ára avtala. Treytirnar eru, at felagið setur hølini í…

Nýtt hjálparfólk á Staðnum

Nukannguaq Zeeb er settur sum fyribils hjáparfólk á Staðnum, meðan Jákup Sofusson er farin til Danmarkar á lestrarørindum. Nukannguaq Zeeb er føddur og uppvoksin í Grønlandi og hevur lokið lærarar útbúgving í 2010, í Grønlandi. Nukannguap hevur millum annað undirvíst í støddfrøði, tónleiki og ítrotti, meðan hann hevur starvast sum lærarir í høvuðsstaðnum Nuuk í…

Turkihúsið

Í næstum verður farið undir at taka Turkihúsið niður. Tey, sum eiga lutir í Turkihúsinum, verða biðin um at beina hesar burtur, áðrenn arbeiðið byrjar. Annars verða lutirnir beindir burtur saman við húsinum. Húsið stendur opið, so tað slepst inn eftir møguligum lutum.

Breiðking av Niðara Vegi

Arbeiðið at breiðka Niðara Veg – frá nr. 61 út ímóti 55 – byrjar fyrsta dagin. Neyðugt verður at steingja vegin, meðan arbeitt verður. Víst verður til Ovara Veg. Tó sleppur tung ferðsla eftir Niðara Vegi. Eftir arbeiðstíð og í vikuskiftunum verður koyrandi eftir Niðara Vegi sum vanligt.

Skúlastýrisvalið 2020 – uppstillingarfundur

Uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið 2020 verður týskvøldið 20. oktober 2020 kl. 19.00 í Auluni í Vestmanna Skúla. Á fundinum verður greitt frá um skúlastýrisarbeiði og um hvørjar reglur eru galdandi á valinum. Eftir fundin hava tey, sum møtt eru, høvi til at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.   Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn…

Nýtt skip til Vestmanna

Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina. Tađ er p/f HKO v/ Háldan Haldansen, sum hevur keypt frystilínuskipiđ Kamb av Strondum. Í sambandi viđ keypiđ skiftir skipiđ navn til Vesturhaviđ. Vesturhaviđ kemur til Vestmanna í morgin, og í tí sambandi verđur skipađ fyri móttøku á keiini kl. 15.00. Øll eru…