Tíðindaskriv frá Bústøðum – Sjey leiguíbúðir í Vestmanna

Bústaðir hava gjørt avtalu við Sp/f Eysturlon um at umbyggja gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna til sjey leigubústaðir. Talan er um stóran bygning á Bakkavegi 16, miðskeiðis í bygdini og við sera góðum útsýni. Tað var í 2017, at Bústaðir keypti gomlu kommunuskrivstovuna frá Vestmanna kommunu. Síðani hava ymiskar fyrireikingar verið gjørdar, eins og leitað hevur…

Summarfrí

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 20. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020. Havnarskrivstovan er stongd frá mánadegnum 27. juli til og við fríggjadagin 7. august 2020.   Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna    tlf:  770 109 Arbeiðsformannin            tlf:  770 126 Havnarumsjónarmannin  tlf.: 770 120   Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo…

Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 20. juli til og við 14. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bíllegging av heilivági hettar tíðarskeið, kunnu tygum ringja til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna og Kollafirði, er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.