Kommunuval 2020 – vallistar

Vallistarnir til kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini frá 07.10.2020 til og við 19.10.2020. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin. Vestmanna 2. oktober 2020 Vestmanna…

Vestmanna Kvøldskúli veturin 2020/2021

Veturin 2020/2021 bjóðar Vestmanna Kvøldskúli 21 ymiskt skeið út. Kvøldskúlaskráin kann lesast her. Tilmelding fer fram millum kl. 17 – 20 við at ringja til telefonnummarið, sum stendur við tey einstøku skeiðini. Seinasta freist at tekna seg er 13. oktober 2020. Skeiðini byrja eftir avtalu við læraran. Næmingarnir gjalda sjálvir tilfarið, ið nýtt verður. Luttøkugjaldið…

Burturbeining av leivdum frá fletting

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur. Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata…