Nýggja bygdarráðið skipað

Nývalda bygdarráðið, sum tekur við 1. januar 2021 hevur skipað seg soleiðis: Borgarstjóri: Pauli T. Petersen Varaborgarstjóri: Bjørg á Rógvi Fíggjarnevndin Pauli T. Petersen, formaður, Ingi Olsen, Laila Haldansen Tekniska nevnd Bjørg á Rógvi, forkvinna, Anja Haldansen, Sára Jógvansdóttir Trivnaðar- og umhvørvisnevndin Sára Jógvansdóttir, forkvinna, Bjørg á Rógvi, Eyðun Hansen Mentanarnevndin Laila Haldansen, forkvinna, Bjørg…

Jól í Vestmanna

Fram til jóla eru nógv tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til. Øll tiltøkini taka atlit til korona tilmælini og fyriskipararnir taka fyrivarni fyri møguligum broytingum, orsaka av møguliga hærdum korona tilmælum. Fleiri tiltøk verða løgd afturat skránni so hvørt.   Fr. 27. nov. kl. 17.00 Jólatræið verður tendrað Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur,…

Jólakonsert í Vestmanna Kirkju 12. desember

Vestmanna sangkór og Vestmanna barnakór bjóða øllum til hugnaliga jólakonsertí kirkjuni leygardagin 12. desember 2020 kl. 19:00. Kórini syngja vælkendar jólasangir, og okkurt vælkent er latið í nýggjan ham. Í Vestmanna sangkóri fegnast tey um at syngja við fleiri nýggjum kórlimum, sum eru komin aftrat í ár. Vestmanna barnakór kemur at syngja við glaðum og…

Jólatræið verður tendrað 27. november

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00. Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu, og Magni Christiansen framførir nakrar jólasangir. Jólamenninir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið. Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur jólasølan í Krambúðini upp.   Vestmanna Kommuna

Jólasøla í Krambúðini

Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin: Fríggjadag…

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Foreldraumboð vald í skúlastýrið

Val til skúlastýrið var 10. november 2020. Á valinum skuldu trý foreldraumboð veljast. Valdu foreldraumboðini eru hesi: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan Óli Muller, 41 atkvøður Fríðun Vestergaard, 25 atkvøður. 250 fólk høvdu valrætt, og valluttøkan var 161, svarandi til 64,4%. Fýra stillaðu upp til skúlastýrisvalið og atkvøðurnar fullu soleiðis: Jona Seloy, 81 atkvøður Jóhan…

Pauli Trond Petersen heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna Kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. Pauli Trond Petersen verður borgarstjóri og Bjørg á Rógvi verður varaborgarstjóri. Pauli var fyrstu ferð valdur í bygdarráðið í 2005, og hevur hann sostatt sitið í Vestmanna Bygdarráðið í 16 ár; seinastu 8 árini sum borgarstjóri. Á kommunuvalinum 10. november 2020 var Pauli Trond Petersen toppskorari…