Jólatræið verður tendrað 27. november

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 27. november 2020 kl. 17.00. Sára Jógvansdóttir, komandi bygdarráðslimur, heldur røðu, og Magni Christiansen framførir nakrar jólasangir. Jólamenninir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið. Tá ið haldið á Torginum er liðugt, letur jólasølan í Krambúðini upp.   Vestmanna Kommuna

Jólasøla í Krambúðini

Aftur í ár skipar Norðstreymoyar heimavirkisfelag fyri jólasølu í Krambúðini í Vestmanna. Sum vant lata vit upp eftir at jólatræið í Vestmanna er tendrað. Tað er sera dygdargóð og fjølbroytt vøra til keyps, ið limir felagsins hava virkað. Eisini ber til at keypa kaffi og te við onkrum afturvið. Soleiðis er Krambúðin opin jólamánaðin: Fríggjadag…