Hugsa um umhvørvið á jólum og nýggjárinum

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið. Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu,…

Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna

Kringvarp Føroya sendir í dag kl. 17.00 ein útvarpsdokumentar um ein elligamla grøv, sum er funnin í Vestmanna, har fleiri sjórænarar blivu hongdir í 1615. Dokumentarurin roynir at samantvinna báðar søgurnar. Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum í sjeytiárunum, kom ein elligomul grøv undan kavi. Hann fann ongantíð útav, hvør lá í henni. Seinni frættist, at…