Høvuðstøl 2021 og ætlanir komandi fýra árini

Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 24. november 2020 fíggjarætlanina fyri 2021. Skattaprosentið lækkar niður í 21,25%, barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn). Høvuðstøl í fíggjarætlanini: Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2021 mettar at vera 67.998.000 kr., sum í høvuðsheitum eru býttar…