Korona – tiltøk avlýst

Nú koronasmittan ger um seg aftur, og smitta eisini er staðfest í Vestmanna, er avgjørt at avlýsa øll almenn tiltøk hesa vikuna. Tvs. at tiltøkini í sambandi við Rørslureikanina eru avlýst og eisini verður Staðið stongt alla vikuna.

Niðari Vegur stongdur

Vestmanna Kommuna skal hervið boða frá, at Niðari Vegur í Vestmanna verður stongdur fyri allari gjøgnumkoyrandi ferðslu frá í morgin árini – fríggjadagin 28. mai – kl. 8.00, og so leingi arbeiðið varðir. Arbeitt verður Inni á Fitjum. Ímeðan arbeitt verður, koyra Bygdaleiðir eftir Ovara Vegi.

Skrá til bygdarráðsfundin 02.06.2021

Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 2. juni 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Mál 23 Tilmæli frá Teknisku nevnd um umsókn frá Dánjal Jákup Andreasen um umskipan uttangarðs ímillum ogn hansara matr. nr. 164a og matr. nr. 10a hjá Jákup á Rógvi.   Mál 24 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini um at strika gjald á…

Málningaframsýning

Herit Magnussen hevur málningaframsýning í handlinum hjá Sigurd og Elsu á Heygum (Ovari Vegur 3, Vestmanna) í døgunum 28, 29, 30 mai. Opið er soleiðis: Fríggjadagin 28/5, 17.00-20.00 (fernisering). Leygardagin 29/5, 14.00-20.00. Sunnudagin 30/5, 14.00-17.00. GG: Tilmælini um frástøðu verða hildin.