Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 25. november kl. 17:00   Laila Haldansen, bygdarráðslimur, bjóðar vælkomin, Maria Summers Nolsøe heldur røðu, og Hornorkestri, Vestmanna Sangkór og Barnakóri framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á Torginum er…

Vallistin liggur frammi

Gjørt verður kunnugt, at vallistarnir til Løgtingsvalið tann 8. desembur 2022 liggja frammi til alment eftirlit í kommunuskrivstovuni frá 18. november 2022 til 30. november 2022 í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku…

Skrá til bygdarráðsfundin 23.11.22

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 23. novembur 2022, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:   Mál 151 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um stuðul til Summartónar 2023 J.nr.: 2000002-37-2022   Mál 152 Val av nevndum og umboðum J.nr.: 22042-1-2020   Mál 153 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til 2. viðgerð av eykajáttan til parkeringspláss í samband…

Nýggjur kallendari á heimasíðuni

Nýggjur kalendari er lagdur á heimasíðuna, har ætlanin er, at flest øll tiltøk o.a. í kommununi verða løgd á, t.d.: nær bygdarráðsfundir eru freist at søkja um mentunarstuðul hvørji ferðamannaskip koma inn til Vestmanna Havn tiltøk í Vestmanna Bókasavn hvørji tónleikatiltøk eru o.s.fr.   Nýggja kalendaran finnur tú niðast á okkara heimasíðu vestmanna.fo Eisini ber til…