Rørslugleði, prógvhandan og felagsskapur

Í dag var hátíðarhildið, at dagstovnaøkið í Vestmanna hevur fingið góðkenning sum ítróttardagstovnaøkið. Øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum í Vestmanna hava fingið handa prógv og dagstovnaøkið í Vestmanna kann nú kalla seg einasta ítrottarstovn í Føroyum.   Vestmanna Bygdarráð ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.   Í mars 2022 byrjaði dagstovnaøkið á skeið…

Longd freist: Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út

Freistin at bjóða er longd til 15. mai 2023. Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til.   Tilboðið skal innihalda:…

Dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars 2023 góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki. Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum. At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á…

Tað er sera hált

Tað er sera hált í bygdini. Tað tekur longri tíð hjá saltbilinum at koma runt í bygdini í morgun 17. mars. Har bilar standa fyri, sleppur maskinan ikki til. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.