Innsavningin eftir páskir

Vikuna eftir páskir er innsavningin av húsarhaldsposum á flestu støðum forskotin ein dag. Tó verða teir posar, sum vanliga verða heintaðir hósdag, eisini heintaðir hósdag eftir páskir og ikki fríggjadag.   Undantøk: Húsarhaldsposarnir á Skála, Strondum, Innan Glyvur, í Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Runavík, Saltangará og á Glyvrum verða heintaðir mikudagin, 12. apríl, sum vanligt er.…