Lastbilakoyring á Leitisvegi

Sev skal gera tappilúku í byrgingina í Heygadali. Arbeiðsvegur skal gerast í byrgingini. Í hesum sambandi skal grót koyrast til arbeiðsvegin. Koyrt verður við lastbilum eftir ovari vegi og Leitisvegi. Byrja verður mánamorgunin 1. mai. Koyrt verður gerandisdagar, frá kl. 8:00 til kl. 16:00, í umleið trýggjar vikur.

Magna E. Mørkøre, Marita Rasmussen og Øssur Winthereig røða 1. mai í Vestmanna

Mánadagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna. Røðarar verða tey trý, Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen. Øssur er journalistur. Hann hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum og var tíðindaleiðari í sjónvarpinum. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt sum fríyrkisjournalistur. Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS…