Gartnari til Vestmanna kommunu

Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.  …

Læknaviðtalan í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 24. juli til og við 18. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hettar tíðarskeiðið.

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Vegna summarfrí er kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 17. juli 2023. Opið verður aftur mánadagin 7. august 2023 kl. 09:00.   Eru átrokandi boð um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, kann ringjast á telefon: 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297200.

Kom við í skránna til Vestmannadagar 2023

Aftur í ár verður skipað fyri vælumtøktu vestmannadøgunum. Teir verða frá hósdegnum 7. til sunnudagin 10. septembur 2023   Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, hóast sumt er afturvendandi, eitt nú grill við skúlan og  hugnaligi morgunmaturin í ítrottarhøllini. Sum nakað nýtt vera dagarnir deildir upp í økir. Vit kunnu nevna,…

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. oktober 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini…

Týning av skøru

Vestmanna Kommuna heldur áfram við at týna skøru. Í hesum sambandi verður heitt á íbúgvar í kommununi um at boða frá, hvar skøra er, soleiðis at týningin gerst so munadygg sum gjørligt. Boðast kann frá á tlf. 770 100 ella vestmanna@vestmanna.fo Sí nærri kunning frá Umhvørvisstovuni um skøru her.