Skrá til bygdarráðsfundin 31.08.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 31. august 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 199 Uppskot til viðmæli um grindaformann J.nr.: 22042-1-2020   Mál 200 Umsókn frá Leivur á Rógvi um sundurbýti av matr. nr. 106a J.nr.: 104002-3-2023   Mál 201 Áseting av brúgvagjøldum J.nr.: 801002-1-2023   Mál…

Ársins herðaklapp

Enn ber til at senda uppskot til kommununa um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum – sum kann sendast uttan navn – skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa ársins herðaklapp 2023. Uppskotini kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8, ella sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi í morgin, hósdagin…

Endurlýsing: Gartnari til Vestmanna kommunu

Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.  …

Fyribyrgjandi venjingar 2023/2024

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar fyri borgarar 67+ aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:   Streymnes: Burn venjingarmiðstøðin við Margáir Mánadag og hósdag, kl. 10:30 – 12:00 Byrjað verður mánadagin 4. september 2023. Tilmelding fer fram á staðnum.   Vestmanna: Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum Týsdag og fríggjadag, kl.…

Fipursamband í Vestmanna kommunu

Net fer nú undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Vestmanna kommunu. Byrja verður í Bjargalíð. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd…

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen í Vestmanna leygarkvøldið tann 26. august   Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august.   Tiltakið verður í Miðnámi í Vestmanna Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.   Tey, ið tulka Martin, eru: Lena…