Skrúvað verður fyri vatnveitingini til Bakkaveg og Bøgøtu
Arbeitt verður uppá vatnleka á Bakkavegi. Skrúvað verður fyri vatninum í dag – frá Bakkavegi 1 til og við 21, á kajøkinum á Heyganesi og innara parti av Bøgøtu. Hetta er galdandi í dag, mikudag 3. apríl, frá kl. 13:30 til arbeiðið er liðugt.