Á vinarbýarvitjan í Snæfeldsbær
Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi. Vitjað var í Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu. Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Bygdarráðið hevur útvegað teimum hølini, restini skipa tey…