Staðið er stongt í kvøld
Fyri veður er Staðið stongt í kvøld.
Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis. Tað er ringt sýni í bygdini. Hetta merkir eisini, at tað er ringt sýni hjá okkara kavaruddarum, hetta kann gera tað trupult at koma runt í bygdini.
Bygdarráðsfundur verður týsdagin 26. novembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Vegna væntandi forfall til bygdaráðsfundin, sum varð settur á skrá til mikudagin 27. novembur 2024, er fundurin framskundaður til týsdagin tann 26. november 2024 kl. 17:00. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 317 Stýrisskipan fyri Vestmanna Kommunu – 2. viðgerð…
Á eyka bygdarráðsfundi í gjár tann 18. novembur 2024 varð einmælt samtykt at skipa bygdarráðið sambært fundinum tann 14. novembur 2024, og at setanarbrøkur borgarstjórans er settur til 1/1. Nývalda bygdarráðið hevur skipað seg – Vestmanna kommuna Til aðrar nevndir og umboð varð einmælt samtykt at velja: Har annað ikki er ásett, velja nevndirnar…
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara. Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi til Barnagarðin…
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólkið til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku. Arbeiðsuppgávur: Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini. Persónligir eginleikar: Álítandi og ábyrgdarfull/ur Samstarvssinnað/ur og jalig/ur Røkin og arbeiðsom/samur Fleksibul og tolir broytingar Setanarviðurskifti: Talan er um tímalønt starv, sum verður…
Eyka bygdarráðsfundur verður mánadagin 18. novembur 2024, kl. 20.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum Mál 1 Skipan av bygdarráðnum J.nr.: 8403002-1-2024 Mál 2 Val av nevndum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024 Mál 3 Setanarbrøkur borgarstjórans J.nr.: 8403002-2-2024 Bygdarráðið er innkallað av fyrstvalda liminum, Sáru Jógvansdóttir.
Tað verður Sára Jógvansdóttir, sum tekur við borgarstjórasessinum í Vestmanna kommunu 1. januar 2025. Á bygdarráðsfundi í kvøld var full semja um, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarastjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Hon var fyrstvald á kommunuvalinum týsdagin, ímeðan hann var næstvaldur. Sjey fólk sita í bygdarráðnu í Vestmanna. Á…
Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði hansara við føroyskum máli. Rættiligur hátíðardamur var í riddarasalinum í Kongsborgini í Uppsala, har eini 200 fólk vóru savnað, tá ið vestmenningurin Jonhard Mikkelsen fekk handað Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris upp á 60.000 svenskar krónur við hesi grundgeving:…
Umframt bygdarráðsval, var eisini val til skúlastýrið í gjár tann 12. novembur 2024. Úrslitið Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av skúlastýrisvalinum var, at hesi trý vórðu vald. Jona Seloy Magnus Debess Madsen Fríðunn Vestergaard Atkvøðubýtið Anja Heinesen 20 Fríðunn Vestergaard 27 Grímur Sundstein 15 Jona Seloy 44 Linda Johannesen 10 Magnus Debess…