Fiskastykkið

Laðiarbeiðið á Fiskastykkinum er umsíðir  liðugt  –  eisini økið har ein partur av Fiskastykkinum er endurskapt. Á fíggjarætlanini fyri 2025, eru kr. 150.000 settar av, so økið við Fyskastykkið kann gerast liðugt og skipast samsvarandi uppskotinum frá EYA Arkitektum frá apríl í 2020. Bygdaráðið fegnast um laðiarbeiðið, sum er so sera væl úr hondum greitt.…

Fíggjarætlanin fyri 2025 samtykt

Góðu vestmenningar Vestmanna bygdarráð samtykti við aðru viðgerð á fundi týsdagin 26. novembur fíggjarætlanina fyri 2025. Skattaprosentið lækkar við 0,25% stigum, frá 21,15% til  20,90%, og barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000,  frá kr. 5.500 til kr. 6.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari…

Jólatræshaldið á Reyða Torginum 29. november 2024

Fríggjadagin 29. november verður jólatræið tendrað á Reyða Torginum. Aftur í ár fara vit at hugna okkum við m.a. føgrum tónum frá skúlahornorkestrinum og barnakórinum. Mentanarforkvinnan Laila Haldansen bjóðar øllum vælkomin og við hjálp frá børnunum, tendrar hon jólatræið. Røðarin hesaferð verður okkara dugnaligi varðaskúlastjóri, Elin Maria Olsen. Skráin fyri dagin: Kl. 16:45 Skúlahornorkestrið spælir,…

Ring koyrilíkindi

Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis. Tað er ringt sýni í bygdini. Hetta merkir eisini, at tað er ringt sýni hjá okkara kavaruddarum, hetta kann gera tað trupult at koma runt í bygdini.

Framskundaður bygdarráðsfundur 26.11.2024

Bygdarráðsfundur verður týsdagin 26. novembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Vegna væntandi forfall til bygdaráðsfundin, sum varð settur á skrá til mikudagin 27. novembur 2024, er fundurin framskundaður til týsdagin tann 26. november 2024 kl. 17:00.     Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 317 Stýrisskipan fyri Vestmanna Kommunu – 2. viðgerð…