Hundar hava fingið 1.500 fermetrar at renna leysir á.

Nú fáa hundaeigarar í Vestmanna eitt innhegnað økið, har hundar kunnu renna leysir undir ábyrgd eigarans.   Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til at fáa øki til leysgangandi hundar.   Tað var í oktobur 2023 at Trivnaðar- og umhvørvisnendin heitti á Fíggjarnevndina um at lata hundaeigarunum tilfarið og vísti til økið niðanfyri…

Hallarskipan til útleigan av hølum

Nú kanst tú bóka hallir og hølir í Vestmanna skúla umvegis hallarskipanina vestmanna.hallir.com Vestmanna kommuna hevur fleiri hølir, ið borgarar og felagsskapir kunnu leiga. Hallarskipnain er royndarkoyrd í eina tíð og fyri at lætta um hjá borgarunum at bóka og fáa yvirlit yvir tøkar tíðir, hevur kommunan tikið hallarskipanina vestmanna.hallir.com í brúk.   Endamálið er…

Kunning um heimaval

Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.

Valfundur á Miðnám fríggjakvøldið

Valevnini í Vestmanna skipa fyri felags valfundi á Miðnámi fríggjakvøldið 8. novembur 2024 kl. 20.00. Ymisk evni verða umrødd og eisini fáa áhoyrarnir møguleika at seta valevnunum spurningar.   Orðstýrari verður Helgi Jacobsen, journalistur og vestmenningur. Vestmanna komuna stuðlar tiltakinum, og letur eisini stuðul til næmingar á Miðnám sum hjálpa til.   Møtið fjølment.

Skattalistin 2023

Skattalistin fyri árið 2023 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 5. novembur til og við 19. novembur 2024 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.

Minnisbonkur settur upp í Vestmanna

Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað: Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar!   Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja…