Valfundur á Miðnám fríggjakvøldið

Valevnini í Vestmanna skipa fyri felags valfundi á Miðnámi fríggjakvøldið 8. novembur 2024 kl. 20.00. Ymisk evni verða umrødd og eisini fáa áhoyrarnir møguleika at seta valevnunum spurningar.   Orðstýrari verður Helgi Jacobsen, journalistur og vestmenningur. Vestmanna komuna stuðlar tiltakinum, og letur eisini stuðul til næmingar á Miðnám sum hjálpa til.   Møtið fjølment.