Umhvørvisstovan fer nú í holt við eina rottu-kampanju. Umhvørvisstovan hevur gjørt nakrar filmar, sum gera vart við ymiskt viðvíkjandi rottu – fráboðanarskyldu, týdningin av at ansa serliga væl eftir flutningi til rottufrí øki og annað. Filmarnir eru nokkso skemtiliga gjørdir, og fara allarhelst at fáa nógvar hyggjarar! Filmarnar verða eisini vístir á sosialum miðlum og í sjónvarpinum.
Víst verður til heimasíðuna hjá Umhvørvisstovuni, har ein serlig undirsíða um rottur verður. Har verður greitt frá, hvussu fólk skulu seta seg í samband við kommunu sína, tá tey hava rottufráboðanir. Undirsíðan finst her: https://www.us.fo/rotta
Kunningin um rottu á heimasíðuni hjá kommununi finst her: https://vestmanna.fo/borgari/umhvorvid/rottur/