Í sambandi viđ arbeiđiđ at skifta stýringarnar á vatnverkinum, eru bakteriur stađfestar í drekkivatninum. Mælt verđur tí borgarunum til at kóka drekkivatniđ.
Lýst verđur, tá iđ vatniđ er reint aftur.
Orsøkin, til at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, er, at hesa og komandi viku verður eitt stórt arbeiðið gjørt á vatnverkið. PLC-stýringarnar verða skiftar hesa vikuna, og í komandi viku verður sandurin í sandfiltrunum skiftur. Meðan tílíkt arbeiði verður gjørt, verður óreglulig koyring gjøgnum UV-strálingina, sum ger, at strálingin ikki strálar vatnið alla tíð.
Tað ber tíanverri ikki til at gera arbeiðið skjótari enn hetta, men tá ið tað er liðugt, skuldu vestmenningar fingið væl betri vatngóðsku. So vónandi bera tit yvir við okkum.