Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við
hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at gera hesar broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu:
- víðkan av sethúsaøki á matr. nr. 189b
- A2 miðstaðarøki í ovastu hædd í bygninginum á matr. nr. 249f, Heyganesgøta 1
- parkeringspláss við Fjalsveg
og at gera
- serstaka byggisamtykt fyri pumpuverkætlan í Heygadali og á Mýrunum
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð
frá 11. desembur 2023 til 9. januar 2024
– báðir dagar íroknaðir.
Viðmerkjast skal, at kommunuskrivstovan er stongd frá 23. desembur 2023 og verður opin aftur 3. januar 2024.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 31. januar 2024.